FC Suðuroy gjørdi bart

1. DEILD: Teir næstbestu hjá HB vórðu seinnapartin sendir av Vágseiði við 5-0 tapi. Tað var einki at rafla um, tá ið samansetta suðuroyarliðið seinnapartin á Vágseiði hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB.

Tá ið hálvur tími var farin, var støðan 3-0, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

Poul N. Poulsen setti hol á, tá ið eitt korter var farið, tíggju minuttir seinni økti David Asare um munin, og eftir lítlan hálvan tíma var tað Kári í Lágabø, sum skoraði.

Tá ið tað restaðu tólv minuttir skoraði Teitur Tausen, og fýra minuttir fyri leiklok staðfesti Poul N. Poulsen rimmar 5-0 sigurin, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.