FC Suðuroy, sum er flutt upp í næstbestu deildina, hevur fingið tilgongd av Salmundi Bech. Hann hevur seinasta árið spælt við NSÍ í Betri deildini. Hetta er óiva ein profilur hjá FC Suðuroy at fáa.
- Porkeningurin aftur “á Eiðinum”. Salmundur Bech og Fc Suðuroy hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2021. Okur ynskja honum hjartaliga væl afturkomnan, skrivar FC Suðuroy á Facebook.
FC Suðuroy hevur í ár spælt í 2. deild, men er flutt upp í 1. deild.