FC Suðuroy fekk fult á Skála

Landskappingin í næstbestu deildini er á skránni hetta vikuskiftið. Fýra dystir hava verið á skránni í dag, og í morgin fara sandoyingar at vitja TB.

 

Merkisvert var tað, at FC Suðuroy megnaði at basa skálamonnum á Skála. Úrslitið var 2-1, eftir at heimaliðið í 1. hálvleiki var frammanfyri. Fyri viku síðani tapti FC Suðuroy á Toftum, og um tað ikki hevði eydnast at vinna torføra útidystin í dag, so hevði mótbrekkan beinanvegin kenst brøtt hjá suðuroyingunum.

Skála liðformaðurin, Teitur R. Joensen, setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Veteranurin Palli Augustinussen javnaði, og Reidar Dahl Joensen skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.

 

Í kvøld var B68 í Gundadali, har tað eydnaðist at vinna 3-1 á teimum næstbestu hjá B36. Harvið hevur B68 framvegis fulla úrtøku. Ein av veteranunum, Jónleif Højgaard, skoraði tvær ferðir, og Haraldur R. Højgaard, sum fyri viku síðani skoraði tvær ferðir, skoraði eitt av málunum hjá B68.

Innskifti Benjamin Heinesen, sum týsdagin fyllir 17 ár, pyntaði um fyri B36, sum framvegis eigur fyrsta stigið til góða.

 

Eisini HB hevur fulla úrtøku. Í dag eydnaðist tað havnarmonnunum at vinna 3-1 á útivølli ímóti Víkingi, sum royndi seg fyri fyrstu ferð í ár. Á báðum liðunum vóru fleiri, sum venja við og spæla á besta liðnum. Eitt nú vórðu brøðurnir Kristin R. Mouritsen og Christian R. Mouritsen á HB liðnum.

 

KÍ vitjaði við Margáir, og tað eydnaðist klaksvíkingum at vinna 1-0. Sigursmálið skoraði 17 ára gamli Bárður Hansen longu í 10. minutti. Hetta var fyrsti dysturin hjá KÍ í ár. EB/Streymur hevur eitt stig frá javnleikinum á Sandi í fyrsta umfari.

 

Í morgin spæla TB og B71 í Trongisvági.

B68 og HB hava seks stig, FC Suðuroy, Skála og KÍ hava trý stig, EB/Streymur og B71 hava eitt stig, og Víkingur, TB og B36 hava einki stig.