FC Suðuroy basti B36

Á Argjum tapti AB fyri ÍF og soleiðis gjørdust argjamenn einsamallir í botninum. Her ein samanumtøka av 19. umfari við stigatalvu, úrslitum og yvirliti yvir málskjúttum.

 

Í Suðuroy kom B36 annars á odda, tá Klæmint Matras skoraði. Eftir hetta kom FC Suðuroy betri við í dystin og stutt eftir hálvleik smekkaði Jón Krosslá Poulsen bóltin í netið, tá hann umsetti fríspark til mál. Sigursmálið gjørdi Mamuka og soleiðis tryggjaði hann FC Suðuroy trý stig fyri triðju ferð í ár.

 

Á Argjum broytti tað einki at flyta dystin tveir tímar fram. ÍF vann fult uppiborið 1-4 við málum frá Bartal Eliasen, Jan Ellingsgaard, Øssur Dalbúð og Andy Olsen. Málið hjá AB gjørdi Mortan úr Hørg.

Merkisvert var, at bæði Dion Splidt og Evrad Blé fór av vøllinum við skaða. Somuleiðis er vert at hefta seg við, at ÍF aftur skoraði. Seinastu tríggjar dystirnar hevur tað ikki eydnast teimum at fáa bóltin í kassan, men í dag bar til.

 

Í Gundadali vann HB uppiborið á B68. Málið gjørdi íslendski Tórður Hreiðarsson longu í fyrsta minutti, tá hann stútaði hornaspark í málið. Beint fyri hálvleik var Ndende rikin av vøllinum fyri ófantaliga takkling, og so var tað annars mótbrekka hjá B68 restina av dystinum, hóast teir eisini hóttu HB viðhvørt.

 

Í Sarpugerði í Gøtu var málveitsla. Tað hevur tað verið so ofta seinastu dystirnar, tá B71 hevur spælt. Víkingur vann 5-0 við málum frá Hanusi Jacobsen, Nenad Stankovic, tveimum frá Páll Klettskarð og einum brotssparksmálið frá Finni Justinussen.

 

Fimti dysturin í 19. umfari varð spældur fríggjakvøldið, tá NSÍ og EB/Streymur spældu málleysan javnleik.

 

Úrslitini og málskjúttarnir í 19. umfari standa niðanfyri:

FC Suðuroy ? B36 2-1 (0-1)

0-1: Klæmint Matras

1-1: Jón Krosslá Poulsen

2-1: Mamuka

 

AB ? ÍF 1-4 (1-2)

1-0: Bartal Eliasen

2-0: Jan Ellingsgaard

1-2: Mortan úr Hørg

1-3: Øssur Dalbúð

1-4: Andy Olsen

 

HB ? B68 1-0 (1-0)

1-0: Tórður Hreiðarsson

 

Víkingur ? B71 5-0 (1-0)

1-0: Hanus Jacobsen

2-0: Nenad Stankovic

3-0: Páll Klettskarð

4-0: Páll Klettskarð

5-0: Finnur Justinussen

 

NSÍ ? EB/Streymur 0-0 (0-0)

 

Støðan í Vodafonedeildini

NSÍ 39

HB 34

ÍF 31EB/Streymur 30

Víkingur 30

B36 24

B68 19

B71 16

FC Suðuroy 14

AB 11