FC Roskilde boðar í dag frá, at felagið hevur keypt føroyska landsliðsspælaran, Hørð Askham, frá AB Gladaxe. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála, sum er galdandi fram til á sumri 2026. Við hesum skiftir Hørður Askham eina deild upp, og skal spæla í næstbestu deidini í Danmark.
- Hetta var ein einføld avgerð. Eg vil spæla á einum hægri stigi og vil sleppa at royna meg í NordicBet deildini. Tað er ítróttarligu ambitiónirnar, sum hava spælt inn. Hetta hevur gingið skjótt, men eg havi tosað við felagið og alt tykist spennandi – bæði fólkini og projektið.
FC Roskilde er uppflytari í NordicBet deildini og málið er nú at yvirliva í deildini.
- Mær dámar væl mátan FC Roskilde spælir upp á og hetta tykist mær sum eitt gott stað at verða. Tað er altíð torført at vera uppflytari í eini deild, men málið fyri bæði meg og felagið er at yvirliva, sigur Hørður Askham við heimasíðuna hjá FC Roskilde.
Hørður Askham er 29 ára gamal og hevur spælt við HB, B36 og KÍ í føroyskum fótbólti. Seinastu tíðina hevur hann spælt við danska AB.
##med2##