Fyri fyrstu ferð í søguni hevur tað eydnast FC Nordsjælland at vinna danska meistaraheitið. Tað gjørdu teir teir við at vinna 3-0 á AC Horsens. FCK vann 2-1 á Christiani Lamhauge Holst og Silkeborg IF, men tað var bara nokk til silvur heiðursmerki.
FC Nordsjælland var undan dystinum tvey stig frammanfyri FCK, men hevði eina verri málúrtøku enn FCK. Tí skuldi FC Nordsjælland vinna sín dyst um FCK vann fyri at halda seg frammanfyri.
Tað gekk illa fystu 44 minuttirnar at fáa nakað skipað spæl, men í seinasta minuttinum fyri hálvleik legði Mikkel Beckmann FC Nordsjælland á odda. Í seinna hálvleiki økti Andreas Laudrup og Andreas Bjelland til endaliga støðuna 3-0, sum tryggjaði FC Nordsjælland meistaraheitið.
Christian Lamhauge Holst legði upp til málið hjá Silkeborg í 2-1 tapinum fyri FCK í Parkini. Hann spældi mitt á miðjuni og í løtuni lá væl fyri at reka framvið mótstøðuleikarum og spæla smáspæl. FCK var á odda 2-0, tá hann tveitti seg við handari stong og stútaði bóltin innfyri aftur til Marvin Pourie, ið minkaði um munin.
Superliga úrslit:
FC Nordsjælland - AC Horsens 3 - 0
Lyngby - Brøndby IF 1 - 0
SønderjyskE AaB 5 - 0
HB Køge OB 1 - 1
FC København - Silkeborg IF 2 - 1
AGF - FC Midtjylland 0 - 2
Mynd: www.eb.dk