Leingi hevur FC Hovík ligið tungt í sjónum í næstbestu deildini. Nú er tað eydnast at vinna tvær ferðir á rað á heimavølli, og nú sær tað av álvara ljósari út. Leygardagin vann FC Hoyvík 4-1 á heimavølli ímóti KÍ.
FC Hoyvík er á áttanda plássi við 25 stigum, og tað eru átta stig aftur til B68, sum er undir strikuni við 17 stigum. EB/Streymur er aftast við 6 stigum, og spurningurin hevur leingi verið, hvør hin niðurflytarin fer at vera.
Næstbesta B68 liðið vitjaði, og toftamenn fóru úr høvuðsstaðnum og umvegis Eysturoyartunnilin til hús við 3-1 tapi. Hálvleiksstøðan var 1-0. Longu í fjórða minutti var tað Fríði á Borg, sum setti hol á. Hetta var annað málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði FC Hoyvík tvey mál í átta minuttir. Rói Jacobsen økti um munin til 2-0, og Rói av Fløtum umsetti brotsspark til 3-0, áðrenn B68 í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði um munin til 3-1. Málskjútti var innskifti Sjúrður Saltá. Hetta var fyrsta ferðin, at 16 ára gamli Sjúrður Saltá var málskjútti í næstbestu deildini. Rói Jacobsen hjá FC Hoyvík hevur skorað sjey mál, og Rói av Fløtum er toppskjútti hjá FC Hoyvíkum við átta málum.
Um tvær vikur fer B68 at spæla á útivølli ímóti B71, og tá fær FC Hoyvík vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.










