FC Hoyvík hevur ikki tapt seks ferðir á rað

1. DEILD: Tað gongur spakuliga, men nú manglar bara eitt stig hjá FC Hoyvík fyri at sleppa av niðurfly,tingarplássi

Í kvøld var fyri aðru ferð í tvær vikur grannauppgerð í næstbestu deildini millum FC Hoyvík og HB.

 

Fyri tveimum vikum síðani vann FC Hoyvík 2-1 á heimavølli. Í kvøld endaði tað 1-1 í Gundadali. Hetta var sætta ferðin á rað, at FC Hoyvík fór av vøllinum við úrtøku. Umframt ímóti HB hevur FC Hoyvík hetta tíðarskeiðið vunnið 2-1 á útivølli ímóti B71, og fýra ferðir er tað endað javnt – ímóti TB, KÍ, B71 og so í kvøld ímóti HB.

 

FC Hoyvík og HB kappast bæði fyri at sleppa undan niðurflyting. HB er aftast við 11 stigum, og nú er FC Hoyvík eitt stig frá KÍ og áttanda plássinum.

 

Í kvøld var tað Rói av Fløtum, sum tíggju minuttir undan steðginum legði FC Hoyvík á odda, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Hetta var aðru ferð í ár, at Rói av Fløtum var málskjútti í 1. deild.

 

Nýggjur í HB málinum var 36 ára gamli veteranurin Trygvi Askham.

 

Í síðsta minutti undan steðginum var tað Jákup L. Thomsen, sum javnaði fyri HB. Hetta var fyrsta málið hjá honum í 1. deild í ár.

 

Um eina viku fer FC Hoyvík aftur í Gundadal. Tá verður B36 mótstøðuliðið.

 

HB fer annan sunnudag at spæla á útivølli ímóti B71.