FC Hoyvík vitjar oddaliðið

Í dag fær VB/Sumba vitjan av FC Hoyvík.

VB/Sumba vann fyri einari viku síðani í Runavík. Tá ið B71, sum var oddalið, snávaði á Skála, varð VB/Sumba nýtt oddalið. Í dag skal oddasessurin verjast á heimavølli.

Stórur partur av manningini hjá FC Hoyvík var nýggjur, tá ið liðið leygardagin vann grannauppgerðina ímóti HB. Hóast tað eru fimm stig millum hoyvíkingar og uppflytingarpláss, so hava teir í FC Hoyvík ikki mist vónina um, at tað skal eydnast at flyta upp.

Sandoyingar hava skift eitt sindur av fólki í summar. Í fyrstu royndini eftir summarsteðgin hilnaðist tað væl, tá ið B71 fekk fult á Sevmýri, men so gekk tað av skriðuni, tá ið B71 vitjaði á Skála. Í dag eigur B71 heimavøll ímóti HB, sum einki hevur fingið burturúr síðani summarsteðgin. HB møtti ikki í Vági, og síðani tapti HB 3-2 ímóti FC Hoyvík.

Síðani summarsteðgin hevur TB spælt tveir heimadystir. Eftir tap ímóti B71 eydnaðist tað at vinna 4-1 ímóti Víkingi. Í dag er TB favorittur í Miðvági.

Tvær uppgerðir eru í Eysturoy. B68 fer at vitja Víking í Leirvík, og NSÍ fer at vitja á Skála.

 

1. deild

17. umfar

Leygardagin 1. august

VB/Sumba-FC Hoyvík: Petur Reinert kl. 15.00

Víkingur-B68: Rói Jacobsen kl. 15.00

B71-HB: Birgir Sondum

Skála-NSÍ: Andrew Christiansen kl. 15.00

MB-TB: Alex Troleis

 

Støðan

VB/Sumba 31

B71 30

HB 28

TB 28

FC Hoyvík 25

B68 23

NSÍ 21

Víkingur 20

Skála 14

MB 5