Oddadystur var í 1. deild í Havn í dag ímillum FC Hoyvík og TB. Heimildarmaður, sum var til dystin sigur, at tað vóru ikki nógvir málmøguleikar í dystinum. Spælið gekk rættiliga javnt, og var aðalmunurin millum liðini, at FC Hoyvík dugdi betur at gagnnýta sínar málmøguleikar. FC Hoyvík og TB hava nú bæði níggju stig fyri 4 dystir.
FC Hoyvík - TB 3-1 (1-0)
1-0 Allan Poulsen (21. min)
1-1 (60. min)
2-1 Ken Nónklett (77. min)
3-1 Ken Nónklett (90. min)