FC Hoyvík boðar um vikuskiftið frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Petur Meinhard Magnussen. Hann hevur í ár verið málverji hjá ÍF, sum endaði aftast í Betri deildini.
Felagið setti fyri kortum Oddbjørn Joensen sum nýggjan venjara, eftir at FC Hoyvík vann sær uppflyting til 1.deild.
FC Hoyvík skrivar:
FC Hoyvík hevur fingið styrk frá ÍF í Betri deildini. Petur Meinhard Magnussen verður málmaður á bestaliðnum og kemur harumframt at vera málmansvenjari í ungdómsdeildini.
Petur Meinhard er ein royndur málmaður, ið hevur verið nógv ár í B68, men eisini í 07 Vestur. Í 2015 kom Petur Meinhard til FC Hoyvík eftir summarferiuna og spældi teir 6 finaludystirnar í tryggjaðu uppflyting í 1. deild. Petur Meinhard var eisini í FC Hoyvík í 2016 og 2017, so hann er aftur á gomlum gøtum. Hann spældi 27 dystir bæði árini.
í 2018 spældi Petur Meinhard 28 dystir við 1. deild hjá B68 og í ár hevur hann spælt 26 dystir fyri besta liðið hjá ÍF.