Mikukvøldið vóru fyrru dystirnir í tí næsta innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini spældir.
FC Haka úr Finnlandi, sum í fyrsta umfarinum gjørdi av við HB, hevði vitjan av skotska Glasgow Rangers, og úrslitið var soleiðis, at eingin ivi er um, at tað verður skotska felagið, sum fer at halda fram í kappingini. Glasgow Rangers var á odda 3-0 í hálvleikinum, og teir vunnu 4-1. FC Haka minkaði um munin til 3-1, tá seinna umfarið var seks minuttir gamalt, og málskjútti var Jari Niemi ? móti HB spældi hann í høgra borði við 24 talinum á rygginum.
Allan Mørkøre er einasta føroyska umboðið í næsta innleiðandi umfarinum í meistarakappingini, og alt bendir á, at felagið hjá honum, ÍBV, fer úr kappingini komandi mikukvøld. Mikukvøldið í hesi vikuni høvdu teir í Vestmannaoyggjunum vitjan av ungverska meistaraliðnum, MTK úr Budapest, og ungverjarnir fóru úr aftur oyggjunum við einum sigri uppá 2-0. Gabor Hallmai skoraði fyrra málið, tá átjan minuttir vóru farnir, og tá tað restaðu átjan minuttir økti innskifti Sandor Praisnigar.
Seinnapartin av fyrra umfarinum var ÍBV væl við, og tá hálvur tími var farin hevði Allan Mørkøre, sum spældi alla tíðina, eina góða roynd, ið varð bjargað til horna. Besta møguleikan at fáa mál fingu íslendingarnir, tá 77 minuttir vóru farnir. Ívar Bjarklind varð feldur, og Gunnar Runar Helgason misnýtti brotssparkið.