FC Barcelona vil hava áleypara

Valið fellur annaðhvørt á Robin van Persie ella fyrrverandi áleypara í felagnum, meta spanskir miðlar.

FC Barcelona hevur trupulleikar frammarliga á vøllinum, har Lionel Messi er skaddur og Arda Turan ikki fær loyvi at spæla fyrr enn í januar. Tískil gita spanskir miðlar, at felagið ætlar at leita sær eftir nýggjum leikara til álopið.


Gitt verður, at FC Barcelona ætlar sær at royna at tilknýta ein eldri og royndan áleypara, eins og felagið gjørdi eitt nú í 2004, tá ið svenski Henrik 'Henke' Larsson kom til felagið sum 33 ára gamal.


Bestu boðini eru Robin van Persie, sum ikki trívist væl í turkiska Fenerbahce, og David Villa, sum ikki rakk endaspælinum við amerikanska New York City og tískil kann leigast út í vetrarhálvuni.


David Villa hevur áður spælt við FC Barcelona, og hann váttar fyri Levante TV, at fleiri feløg hava sett seg í samband við hann, nú tað ikki eydnaðist honum og New York City at koma í endaspælið.