FC Barcelona vann CL-finaluna

FC Barcelona vann 3-1 á Manchester United í Champions League-finaluni, sum var spæld á Wembley-leikvøllinum í London í kvøld. Talan var um fult uppibornan sigur til spaniólar. Pedro, Lionel Messi og David Villa skoraðu ávikavist til 1-0, 2-1 og 3-1 fyri Barcelona í einum dysti, har alt gekk sum fótur í hosu hjá spanska liðnum, ið samanlagt hevði 12 royndir á málið og United bara eina.

 

Sjálvt um Manchester United byrjaði væl, gekk ikki leingi, so høvdu sponsku bóltsnillingarnir sett seg á tað mesta. Tó fekk Wayne Rooney skoraði til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Frøin var stór á europeisku meistarunum, og Gerard Pique skar enntá netið úr øðrum málunum og tók tað við sær. ? Vit eru ovurfegnir um sigurin, og haraftrat munnu tey í Liverpool nú bera yvir við, at eg fór úr felagnum, so tey skulu eiga henda sigurin, seðgi Javier Mascherano.

 

? Vit kundu havt spælt betur, men FC Barcelona var betra liðið, staðfesti United-verjuspælarin, Rio Ferdinand. Nemanja Vidic, sum var United-liðformaður, helt lið sítt vera ov passivt, tá Barcelona hevði bóltin: ? Men teir spæla góðan fótbólt og vunnu uppiboroð, segði Vidic.

 

FC Barcelona vann eisini á Manchester United í finaluni í 2009.