FC Barcelona váttar: Lionel Messi vil úr felagnum

Síðani 2001 hevur Lionel Messi verið í FC Barcelona, men nú er tað møguliga komið at enda

FC Barcelona hevur í dag váttað, at Lionel Messi hevur boðað felagnum frá, at hann ikki ynskir at halda fram. Hann kom til felagið sum 13 ára gamal úr Argentina, men nú 19 ár seinni ynskir hann ikki at halda fram.

Orsøkin er støðan sum felagið er í. Forsetin, Joseph Bartomeu, hevur sitið við valdið síðani 2014. Fyri uttan fyrsta árið, so hevur leiðslan av felagnum verið út av lagið vánalig sambært flestu av viðmerkjarnum.

Tað kókaði alt yvir, tá FC Barcelona tapti heili 8-2 móti Bayern Munchen í fjórðingsfinaluni í Champions League. Eftirfylgjandi lovaði forsetin nógvar broytingar, men tey flestu ynskja at hann framskundar kravda forsetavali í 2021 til nú. Hetta so ein nýggj leiðsla kann taka við og felagið kann byrja av nýggjum.

Heldur hevur forsetin sent venjaran og ítróttarstjóran heim, og sett Ronald Koeman sum venjara. Joseph Bartomeu hevur eisini sagt í samrøðu, at allir uttan átta spælarar eru til sølu. Teirra millum Gerard Pique og Sergio Busquets, sum eru ein ímynd av felagnum.

##med2## 

Tað, sum helst hevur fingið bikarið hjá Lionel Messi at flóta yvir, er viðferðin, ið góði vinmaðurin úr Uruguay, Luis Suarez, hevur fingið. 33 ára gamli áleyparin hevur spælt við FC Barcelona í seks ár, og upp á tað tíðarskeiðið hevur vunnið seg upp á triðja pláss á søguliga toppskjúttaralistanum.

Tað eru fleiri søgur frammi um viðurskiftið hjá Lionel Messi. Tað eru miðlar, sum siga at FC Barcelona kann krevja upp til fimm milliardir krónur, um hann skal skifta nú, meðan aðrir miðlar skriva, at hann hvørt ár  kann skifta frá felagnum ókeypis.

##med3##

Tað er eisini óvist hvør hevur ráð til Lionel Messi. Manchester City er eitt upplagt boð, tí leiðslan telur fólk við fortíð í FC Barcelona, og Pep Guardiola er venjari. Eisini Paris Saint Germain er eitt gott boð, tí eins og Manchester City, so hevur felagið eitt heilt land sum eigara.