FC Barcelona setti málmet

Ongantíð áður hevur nakað lið í La Liga skotið so nógv mál, sum FC Barcelona gjørdi í 2015.

Tá ið FC Barcelona í gjár vann 4-0 ímóti Real Betis í sponsku La Liga, setti felagið met fyri at hava skotið flest mál upp á eitt kalendaraár. Metið tóku teir frá arvafíggindanum, Real Madrid.


FC Barcelona náddi at skjóta 180 mál í 2015, og tað eru tvey fleiri enn tey 178 málini, sum Real Madrid annars setti met við í fjør undir leiðslu av Carlo Ancelotti.


Les eisini: 500 dystir og 425 mál


FC Barcelona hevur áður skotið nógv mál upp á eitt kappingarár. Í 2012, tá ið Pep Guardiola, skutu teir 175 mál.


Tríggir leikarar stóðu fyri 145 av teimum 180 málunum hjá FC Barcelona í 2015. Teir vóru Lionel Messi, Luis Suarez og Neymar.