FC Barcelona hevur á heimasíðuni boðað frá, at rættindini til navnið á kenda leikvøllinum “Camp Nou” verða komandi kappingarár seld. Pengarnir fara til gransking í koronasmittuni.
Leikvøllurin hevur ongantíð havt nakað annað navn enn “Camp Nou”, men tað er vorið alsamt meiri vanligt, at feløgini selja rættindini til navnið, fyri at fáa økja um inntøkurnar.
FC Barcelona var seinasta av stórfeløgunum í Evropa, at fáa sær sponsor á troyggjuna. Tað byrjaði við, at UNICEF fekk pláss á troyggjuni, sum ein stuðul. Síðani hevur felagið slept tankagongdini um at spæla uttan sponsor á troyggjuni. Spurningurin er so, um hetta eisini er fyrsta stig hjá FC Barcelona at venja viðhaldsfólkini við, at felagið ætlar at selja rættindini til navnið á leikvøllinum?