FC Barcelona meistari

Lionel Messi skoraði hattrik, tá Deportivo og Magni Mohr endaliga fluttu niður

Í gjár vann FC Barcelona 4-2 á Deportivo La Coruna. Stóri spælari á vøllinum var Lionel Messi, sum skoraði hattrik. Úrslitið merkir, at FC Barcelona fyri sjeyndu ferð upp á tíggju ár er spanskur meistari, meðan Deportivo La Couruna, við Magna Mohr í venjaratoyminum, er flutt niður.

 

Les eisini: Magni og Deportivo skulu steðga Messi

 

Katalanska stórfelagið legði bragdliga fyri. Fyrst skoraði Philippe Coutinho, áðrenn Lionel Messi í seinna hálvleiki økti til 2-0. Síðani svaraði Deportivo aftur. Fyrst Lucas Perez og síðani Emre Colak. Eina løtu var Barcelona trýst og vóru heimamenninir meiri neyvir, so kundu teir eisini havt lagt seg á odda.

 

Tá tað ikki hendi, so svaraði Lionel Messi aftur. Tvær ferðir sendi hann bóltin í málið. Hattrik og meistaraheitið er í hús, meðan Deportivo La Coruna má tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Eftir dystin vísti sjónvarpið, at spælarar og venjarar hjá Deportivo stóðu í ring. Her sást millum annað mynd av Clarence Seedorf og Magna Mohr. Enn er óvist um Clarence Seedorf verður venjari í Deportivo komandi kappingarár.