FC Barcelona lýsir sín stuðul til Lionel Messi

FC Barcelona biður fólk lýsa sín stuðul til Lionel Messi, aftaná dóman hann og pápin, Jorge fingu í einum skattamáli fyrr í vikuni

 

 

Fyrr í vikuni fingu heimsstjørnan, Lionel Messi, og pápin Jorge Messi ein 21 mánaðar treytaðan fongsulsdóm, umframt eina risastóra bót fyri at hava framt skattasvik gjøgnum partafeløg í Belize og í Uruguay. Í dóminum verður staðfest, at Messi feðgarnir hava framt skattasvik fyri eina upphædd, sum svarar til 33 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Arbeiðsgevarin, sum hevur notið nógv gott av Lionel Messi, FC Barcelona eru nú farnir út at lýsa teirra almenna stuðul til Lionel Messi. Nú heitir FC Barcelona á sínar mongu fjepparar kring allan heimin at lýsa sín stuðul til Lionel Messi við at brúka hashtaggi "#WeAreAllLeoMessi". Á sínum heimasíðum biður FC Barcelona sínar fjepparar um at leggja boð og myndir út, har fjeppararnir lýsa sín treytaleysa stuðul til Lionel Messi.

 

Josep Maria Bartomeu, forseti í FC Barcelona slær fast, at eitt álop á Lionel Messi er eitt álop á stoltu søguna hjá FC Barcelona. Tað hevur ikki gjørt FC Barcelona fjepparar blíðar, at dómarin í skattamálinum, Maria Silva Lapiedra er fjeppari hjá Real Madrid, og hevur tøtt bond til Florentino Perez, forseta hjá Real Madrid. 

 

Tað eru tó ikki allar FC Barcelona fjeppararnir, sum eru samdir við FC Barcelona í hesum málinum, um enn tey viðurkenna, at Lionel Messi er tann besti spælarin í søguni hjá FC Barcelona. Á Twitter staðfesti summir fjepparar, at teir kunnu ikki foreina seg við skattasvik, og kunnu tí ikki taka undir við leiðsluni í FC Barcelona í hesum málinum.