FC Barcelona hevur púra óvæntað leigað umstríddað Kevin-Prince Boateng, sum spælir við Sassuolo í bestu deildini í Italia. Hann skal avloysa Munir El Haddadi, sum hevur skift til Sevilla.
Kevin-Prince Boateng er 31 ára gamal og hevur eina litríka fortíð sum spælari. Hann er uppvaksin í Týsklandi, men umboðar Ghana, har røturnar eru frá. Hann hevur síðani 2018 spælt við Sassuolo, sum er eitt av minnu feløgunum í Seriu A.
Eftir at hava umboðað feløg sum Hertha Berlin, Borussia Dortmund og AC Milan, so hava feløgini itið Las Palmas, Eintracht Frankfurt og Sassuolo. Tí kemur tað eitt sindur óvæntað, at FC Barcelona nú hevur leigað hann sum avloysara fyri Munir El Haddadi.








