FC Barcelona: Her er fyribils avloysarin

Talan er um fyrrverandi spælara, ið hevur spælt í Føroyum

FC Barcelona koyrdi í gjár Ronald Koeman sum venjara í felagnum. Alt bendir á, at nýggjur høvuðsvenjari verður fyrrverandi miðvallarin, Xavi, men tað ljóðar at avtalan ikki kemur í gildi fyrr enn eftir komandi landsliðssteðg.

 

Felagið hevur tí sett Sergi Barjuán sum fyribils venjara. Hann er fyrrverandi vinstri bakkur hjá FC Barcelona og spanska landsliðnum. Hann var millum annað við í 1996, tá Spania vann 6-2 á Svangaskarði, og í returdystinum í Gijón árið eftir. Tá vann Spania 3-1.

 

FC Barcelona hevur verið í kreppu í longri tíð, og seinasta árið hevur fealgið skift forseta, skift venjara, mist Lionel Messi og kunngjørt eitt søguliga stórt hall og undirskot. Hartil liggur FC Barcelona nummar níggju í sponsku landskappingini.