Fleiri danskir miðlar hava í eina tíð skrivað, at FC Barcelona er í holt við at tryggja sær danska verjuspælarin, Andreas Christensen. Hann spælir við Chelsea, men er uttan sáttmála í summar. At byrja við ljóðaði, at danski landsliðsspælarin fór at leingja við Chelsea, har hann eisini fekk nakað av áliti, men við tíðini er einki hent. Nú sigur søgan, at katalanska stórfelagið hevur fingið fatur í undirskriftini hjá Andreas Christensen, eisini nevndur “AC”.
Danskir miðlar skriva, at fíggjarliga hava tilboðini frá Chelsea, og eitt nú Bayern Munchen verið væl størri, men at tað er Andreas Christensen sjálvur, ið vil sleppa til FC Barcelona.
Tað hevur annars verið kreppustøða – bæði ítróttarliga og fíggjarliga – í FC Barelona í nøkur ár, men felagið roynir nú at selja ein boðskap, at tað er ein farin tíð. Felagið keypti millum annað Ferran Torres í vetur, og hevur fingið tilgongd av spælarum sum Dani Alves, Adama Traore og Pierre-Emerick Aubameyang.
Hartil er glið komið á spælið og við Xavi á odda sær út til, at FC Barcelona byrjar at líkjast sær sjálvum á vøllinum. Felagið er í holt við at selja partar av felagnum og gera stóra stuðulsavtalu við Spotify, sum skal fíggja keypið av Erling B. Håland.