FC Barcelona í CL-finaluna við javnleiki

Javnleikur á heimavølli var nóg mikið hjá FC Barcelona, ið hevði 2-0 sigurin frá fyrra dystinum ímóti Real Madrid sum barlast, og tað gav pláss í Champions League-finaluni. Eftir 0-0 í hálvleikinum hevði Gonzalo Higuain bóltin í málinum beint eftir steðgin, so tað skuldi blivið 1-0 til Real Madrid. Men dómarin valdi í staðin at døma fríspark til FC Barcelona.

 

Og í staðin fyri 1-0 til Real Madrid, gjørdist tað níggju minuttir seinni 1-0 til FC Barcelona, tá Pedro fekk eina góða sending frá Andres Iniesta og skoraði trygt.

 

Dysturin var tó ikki liðugur, sjálvt um FC Barcelona nú samanlagt var á odda 3-0, tí Marcelo stutt eftir fekk javnað til 1-1, eftir at Angel di Maria hevði rakt stongina og síðani fingið bóltin aftur og sent til Marcelo.

 

Fleiri mál komu tó ikki, og tískil verður tað FC Barcelona, ið kann bíleggja sær ferðaseðlar til London, har finalan verður spæld á Wembley leygardagin 28. mai.

 

Mótstøðuliðið verður annaðhvørt Manchester United ella Schalke 04, sum spæla sína seinnu hálvfinalu á Old Trafford í annaðkvøld. United vann 2-0 í fyrra dystinum í Týsklandi.