Tað eru av sonnum rembingar í FC Barcelona, eftir at liðið tapti 8-2 móti Bayern Munchen í fjórðingsfinaluni í Champions League. Eftir dystin bleiv venjarin, Quique Setien, koyrdur. Ronald Koeman er nýggjur venjari.
Ítróttarstjórin, fyrrverandi spælarin í felagnum, Eric Abidal, hevur lagt frá sær sum ítróttarstjóri. Hann er nokk líka so nógv koyrdur, tí hann hevur verið í hornatøkum við hópin og Lionel Messi. Tað gongur ikki í FC Barcelona.
Í samrøðu við sjónvarpsrásina hjá FC Barcelona hevur útskeldaði forsetin, Josep Bartomeu, sagt at allir spælararnir uttan átta eru til sølu. Teir átta eru Lionel Messi, Frenkie De Jong, Clement Lenglet, Antoine Griezmann, Nelson Semedo, Marc der Stegen og Osumané Dembélé. Hartil er ein ungur spælari sum Ansu Fati heldur ikki til sølu.
Hetta merkir so, at spælarar sum Luis Suarez, Gerard Pique, Jordi Alba og Sergio Busquets eru til sølu. Hetta eru spælarar, sum hava vunnið nógv fyri felagið. Serliga Sergio Busquets og Gerard Pique eru ein ímynd av FC Barcelona, meðan Luis Suarez upp á seks ár er blivin nummar trý á søguliga toppskjúttaralistanum.
##med3##
- Tíðin er komin at siga takk fyri til nakrar spælarar, sum hava gjørt hetta felagið til tað besta í heiminum. Eg vil ikki siga nakað ringt um nakran spælara, men vit mugu siga farvæl við allari virðing, sigur Josep Bartomeu.
##med2##
Ronald Koeman er alment settur sum venjari í dag. Nýggjur ítróttarstjóri er Ramon Planes. Størsta ónøgdin millum viðhaldsfólkini er við forsetan, men Josep Bartomeu vil ikki leggja frá sær. Tað verður forsetaval í mars mánaði í 2021, og fleiri halda at hann bara skal leggja frá sær nú, so ein nýggj leiðsla sleppur til arbeiðis umgangandi, men Josep Bartomeu letur ikki við seg koma.












