FC Amager er hart kroyst fíggjarliga, og nú er støðan so álvarsom, at stórsligna fótbóltsætlanin á Amager hongur í klønum trái.
Tað viðurkennir Todi Jónsson, stjóri í FC Amager.
- Vit hava havt nakrar fíggjarligar avbjóðingar, men nú er støðan so álvarsom, at í løtuni hanga vit í við tí uttasta av neglunum, sigur Todi Jónsson við Rás2 í dag.
FC Amager hevur higartil klárað at goldið spælarunum løn, men støðan er versnað seinastu vikurnar.
- Vit skulu spæla ein dyst sunnudagin, og tann dysturin verður spældur. Vit eru í samráðingum eina loysn á okkara trupulleikum. Eg havi góðar vónir um, at tað letur seg gera, men samstundis má eg eisini vera realistiskur, tí sum støðan er í búskapinum í løtuni, er tað trupult at skaffa kapital til raksturin, sigur Todi Jónsson.
FC Amager hevur føroyskar eigarar, og fleiri føroyskir spælarar spæla eisini í felagnum.









