FC Amager spældi seg víðari

Við tveimum málum frá Kristoffer Wichmann og einum frá Anders Qvist vann FC Amager seg trygt víðari í donsku steypakappingini leygardagin. Teir vitjaðu í Allerød, og vunnu 3-0. Lyngby, við Henrik Larsen sum venjara, vann sær eisini víðari luttøku. Lyngby vann heili 4-1 á B93, men hvørki Tem Hansen ella Christian Holst vóru við vegna skaða.