FC Amager-spælarar bæði stjólu og sorlaðu

Tá spælararnir hjá FC Amager leygardagin frá Toda Jónsson høvdu fingið boðini um, at felagið fór á húsagang, gjørdu teir herverk og stjólu frá hond úr umklæðingarrúminum

Støðan hjá spælarunum, sum høvdu sáttmála við FC Amager, er sjálvandi ikki góð, nú felagið fer á húsagang og teir standa uttan sáttmála, inntøku og felag. Og einki er at siga til, um teir vísa, at teir eru keddir og ørkymlaðir, nú støðan hjá felagnum gjørdist so vónleys.

Men summir teirra gjørdust so í øðini, tá teir høvdu fingið boðini um húsagangin, at teir gjørdust frá sær sjálvum í umklæðingarrúminum í felagshúsinum á Sundbyvestervegi.

Danska Ekstrablaðið skrivar, at spælarar brutu skáp upp og stjólu bæði ítróttarklæði og aðra útgerð, umframt at teir gjørdu ymiskt herverk í umklæðingarrúminum, ið ikki sá serliga vakurt út aftaná.

– Eg hevði skilt spælararnar, um teir sparkaðu onkran bonk og vóru óðir, tí tað hevði verið ein náttúrlig reaktión. Men hetta er ikki náttúrligt, sigur ein av nevndarlimunum í FC Amager, Karsten Østergaard, sum vísti Ekstrablaðnum herjaða umklæðingarrúmið.

Sum skilst, umhugsar FC Amager at melda herverkið og stuldurin til politiið.