Í dag skal føroyskt átta fótbóltsfelagið í Danmark, FC Amager, veruliga standa sína roynd. Hetta verður í 3. umfari av donsku steypakappingini, har oddaliðið í Superliguni, OB, kemur á vitjan. OB hevur víst ræðandi styrki í Superliguni í ár, har teir hava fingið 21 stig í átta dystum, men hetta skalar ikki vónirnar hjá FC Amager. Venjarin hjá FC Amager, Michael Madsen, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at hetta var júst tað teir hava bíðað eftir - at møta besta liðnum í Danmark.
Dysturin byrjar kl.14 føroyska tíð, og fyri tey sum halda Televarpið, ber til at síggja dystin beinleiðis á TV2 Sport.