Eitt tiltak er fyriskipað at verða hósdagin klokkan 18.00, tá føroysku íleggjararnir í FC Amager eru bodnir til ein góðan bita saman við leiðsluni í felagnum, umframt at framløgur eisini verða fyri føroysku íleggjarunum.
Fyrst fer Brian Møllerup, ið er arbeiðsstýrisformaður í felagnum at hava framløgu um nýggju multiarenaina, ið ætlanin er at byggja á Amager. Síðani fer Todi Jónsson at kunna føroysku íleggjararnar um ítróttarligu gongdina í felagnum í seinastuni og um ætlanirnar framyvir, millum annað hvussu felagið skal koma upp í Superliguna í 2011, um góð 3 ár.
Endamálið við ferðini er at skapa og viðlíkahalda eitt gott tilknýti millum íleggjararnar og felagið