FC Amager kærir

Á vøllinum fekk FC Amager annars eina framúr byrjan, tá teir í fyrsta dystinum hetta kappingarárið vunnu 4-2 móti Lyngby.

Seinni kom tó fram, at Lyngby hevði kært um dystin, tí teir mettu FC Amager hava nýtt spælara, sum átti at havt leikbann.

Talan var um gult kort, sum varð givið í play-off dystinum, har FC Amager vann sær uppflyting, og í stuttum tíðindaskrivi sigur nevndarformaðurin í FC Amager, at tey ikki meta, at DBU tulkaði reglurnar rætt, tá Lyngby fekk viðhald í síni kæru. Og hevur FC Amager kært málið víðari.