FC Amager dømt at tapa

DBU hevur tikið stigini aftur frá FC Amager, sum liðið hjá Toda vann í dystinum móti Lyngby, tí ein leikari, sum liðið nýtti, hevði karantenu FC Amager fekk eina dreymabyrjan upp á tilveruna í 1. deild, tá uppflytararnir vunnu 4-2 móti niðurflytarunum frá SAS-liguni, Lyngby. Ella tað hildu øll.

Veruleikin vísir seg nú at vera, at heimaliðið hevur nýtt verjuleikaran, Nicki Albek, og hann hevði altso karantenu til hendan dystin.

- Eg finni eingi orð fyri, hvussu ringt hettar er, og eg veit ikki, hvussu hetta kann henda. Vit eru nú dømdir at tapa ein dyst, sum vit á vøllinum vunnu uppiborið, sigur ein vónbrotin Michael Madsen við bold.dk.

Nicki Albek fekk eitt gult kort í uppflytingardystinum móti Brabrand, og tað útloysti eina karantenu. Sambært reglunum hjá DBU merkir hetta so, at FC Amager nú verður dømt at tapa dystin 0-3 og Lyngby fær í staðin tey trý stigini.