FÓTBÓLTUR
Hóast kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ikki endar fyrr enn hálvan juni, og 39 stig enn eru at spæla um, tykist við sera stórari vissu greitt, at tey trý niðurflytaraliðini í 1. deild longu eru funnin.
FC Amager, sum liggur triðniðast við 14 stigum, skuldi í dag boða danska sjó- og handilsrættinum frá húsaganginum, sum Todi Jónsson, stjóri í FC Amager, váttaði leygardagin.
Upprunaliga skuldi rætturin fingið fráboðanina í gjár, men av tí at føroyski nevndarlimurin í FC Amager, Heini Zachariassen, var burturstaddur, var formliga innlatingin av umbønini um húsagang útsett til í dag.
Eisini næstniðasta felagið í donsku 1. deild, Køge, sum bara hevði fingið fýra stig, fór fyri skjótt tveimum mánaðum á húsagang, og niðasta liðið, sum er Lolland Falster Alliancen, hevur bara fingið tvey stig í sínum 15 dystum higartil.
Frem er tryggjað
Nøkur pláss oman fyri øll hesi er felagið hjá føroysku landsliðsspælarunum, Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen, Frem, sum við 19 stigum er trý pláss frá niðurflytingarstrikuni.
Av tí at tveir av niðurflytarunum við 100 prosents vissu longu eru funnir, tí FC Amager og Køge verða tvangsflutt niður, samstundis sum Lolland Falster Alliancen ikki sær út til at nytta nakað sum helst, kann næstan sigast mestsum við vissu, at Jón Rói og Atli ikki flyta niður.
Flestu, sum stríðast ímóti at enda ov niðarlaga, vildu helst verið ovurfegin, men venjarin í Frem, Anders Theil, sigur við heimasíðuna bold.dk, at hann fer at sakna nakrar nervapirrandi dystir, og hann sigur tað vera ein miss fyri danskan fótbólt, at feløg fara á húsagang og fleiri av síðstu dystunum í einum kappingarári missa tann týdning, teir kundu fingið.
Eisini vísir hann á, at við húsagangunum hjá FC Amager og Køge missir Frem tveir heimadystir í síðstu trimum umførunum. At tað eisini kostar Frem beinleiðis í krónum og oyrum, grundgevur hann millum annað við, at 2.500 áskoðarar vóru og hugdu, síðst Frem hevði vitjan av FC Amager.