Trygdartænastan FBI hevur í eini fráboðan sunnumorgunin okkara tíð váttað, at tann, sum er undir illgruna fyri at hava latið skot av ímóti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, er 20 ára gamli Thomas Matthew Crooks.
Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.
- FBI hevur eyðmerkt Thomas Matthew Crooks, sum er 20 ára gamal, úr Berthel Park í Pennsylvania, sum tann, sum var við í drápsroyndini móti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, 13. juli í Butler í Pennsylvania, stendur í fráboðanini.
Hann er skrásettur sum republikanari í veljaraskráunum í Pennsylvania. Tað skrivar Washington Post.
FBI hevur lýst skottilburðin av republikanska fyrrverandi forsetanum sum eina morðroynd.
Hendingin fór fram á veljarafundinum hjá Trump í býnum Butler í statinum Pennsylvania sunnunáttina til danska tíð.
Fyrrverandi forsetin varð skjótt fylgdur burtur frá veljarafundinum og fluttur á eina nærliggjandi klinikk til viðgerðar.
Tann, sum er undir illgruna fyri at hava skotið, varð síðani dripin av Secret Service, sum hevur ábyrgdina av at verja politiskar leiðarar í USA.
Áðrenn FBI staðfesti mistonkta gerningsmannin, høvdu fleiri miðlar boðað frá, at Thomas Matthew Crooks varð hildin at standa aftan fyri álopið.
/ritzau/