Amerikanska samveldisløgreglan hevur nú yvirtikið málið um skiparan Richard Phillips, sum er gísli hjá somaliskum sjórænarum Bingjuskipið Maersk Alabama kom í gjár til Mombasa í Kenya, har umboð fyri Maersk Line tóku ímóti skipinum og teimum 19 av manningini, sum vóru umborð. Manningin slapp tó ikki í land, tí menn frá FBI skuldu avhoyra teir fyrst.
Skiparin á Maersk Alabama, Richard Phillips, er framvegis í einum bjargingarbáti saman við fýra somaliskum sjórænarum. Nú hevur samveldisløgreglan FBI fingið til uppgávu at loysa málið og at fáa skiapran leysan á lívi, skrivar AP.
Sjórænararnir hava kravt tvær milliónir dollarar ella 11,3 milliónir krónur í loysigjaldi fyri skiparan. Sambært eygleiðarum er tað ein spurningur, hvør skal gjalæda eitt møguligt loysigjald. Er tað amerikonsku myndugleikarnir, so er tað lítið sannlíkt, at nakað verður goldið, tí USA tingast ikki við yvirgangsmenn um loysigjald, vísa eygleiðararnir á.