Á aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum leygardagin stóðu tveir av limunum í aðalnevndini fyri vali. Limirnir í aðalnevndini eru tríggir í tali, og tey, sum hava sitið síðsta skeiðið, eru Magnus Tausen úr Havn, sum er formaður, Kristianna Dam úr Kollafirði og Marjun Kalsø úr Klaksvík.
Undan ársaðalfundinum var tó greitt, at tveir av limunum stóðu fyri vali. Hvørki Kristianna Dam ella Marjun Kalsø ætlaðu at halda fram í nevndini, og tí skuldu tveir nýggir nevndarlimir finnast.
Hetta gekst tó ikki serliga væl á fundinum leygardagin. Eingin stillaði upp til valið, og tí heitti Flogbóltssambandi á feløgini um at finna fólk, sum kunnu manna aðalnevndini hjá Flogbóltssambandinum næsta skeið.
Eykaaðalfundur verður komandi vikuskiftið, har nýggir limir til aðalnevndina skulu finnast.