FBF nógv fólk í arbeiði

Flogbóltssambandið, sum fyriskipaði tiltakið á Hálsi leygardagin, hevði fingið nógv fólk í arbeiði í samband við finalurnar.

 

Steypafinalur

frá FBF


Tað er ikki vanligt, at flogbóltur er í høllini á Halsi, og útgerðin til flogbóltin í høllini er ikki tann besta. Hetta viðførdi m.a., at Flogbóltssambandið í vikuni áðrenn finalurnar mátti út í býin at leita eftir einum neti, sum kundi nýtast á Hálsi.


Góða hjálp

Magnus Tausen, sum var ein av høvuðsfyriskiparunum, sigur annars, at Flogbóltssambandið leygardagin hevði nógv fólk í arbeiði. - Tað vóru í høvuðsheitum fólk frá Fleyr og Fram, sum hjálptu til, men eisini einkult tá NFL, SÍ og ÍF vóru á staðnum, og til samans var talan um eini 30 fólk, sum meira ella minni hjálptu til í høllini.

- Flogbóltssambandið skuldi syrgja fyri, at fólk vóru til allar uppgávurnar, og her kunnu nevnast 1. og 2. dómarar, hallarfrásøgufólk, fólk til tónleik, hjálparfólk í samband við frásøgn í sjónvarpi og útvarpi, skrivarar í samband við dystirnar, linjuverjar, bóltgentur og fólk til at seta lýsingar og annað upp áðrenn dystirnar. Eisini fingu vit stóra hjálp í samband við gerð av skrá í samband við dystirnar, sigur Magnus Tausen frá FBF. ? Vit eru sera takksom fyri hesa hjálpina, tí uttan hetta, hevði tiltakið ikki kunna verið gjøgnumført.

- Saman við útvarps- og sjónvarpsfólki meta vit, at tað hava verið eini 45-50 fólk beinleiðis knýtt at finalunum.



Væl stuðlað

- Eisini skal nevnast, at tað ikki hevur staðið á at fingið lýsarar í samband við tiltakið, og onkur einkultur ringdi til okkara beinan vegin tað kom fram, at tiltakið skuldi fyriskipast, soleiðis at hesin kundi tryggja sær eitt tað besta lýsingarplássið. Tað er dýrt at fyriskipa hetta, men samanumtikið meta vit, at tiltakið hvílir í sær sjálvum.