Tað vóru týðandi stig upp á spæl í botnstríðnum, tá ið AB og TB/FCS/Royn seinnapartin brustu saman á Argjum í fyrsta dystinum í Betrideildini eftir summarsteðgin. Undan dystinum var TB/FCS/Royn nummar átta og AB nummar níggju. Trý stig skiltu liðini.
Eitt mál kom í fyrra hálvleiki, og tað vóru gestirnir úr Suðuroynni, ið fingu tað málið. Tað var Pape Mamadou Faye, sum eftir eitt mistak í AB-verjuni fekk bóltin og sendi hann í málið til hálvleiksstøðuna, 1-0 til TB/FCS/Royn.
Seinni hálvleikur var bara góðar fimm minuttir gamal, tá ið Pape Mamadou Faye aftur var á blettinum og økti til 2-0. Hóast Dánjal Godtfred hjá TB/FCS/Royn fekk seinna gula kortið og varð rikin av vølli, so helt felagsliðið fram við at herja á.
TB/FCS/Royn fekk miðskeiðis í seinna hálvleiki brotsspark, og nærum sjálvsagt var tað íslendski senegalesarin, Pape Mamadou Faye, ið varð settur at skjóta. Hann skoraði, og so hevði hann við reinum hattrikki lagt gestirnar á odda 3-0.
Tað var ikki nógv, ið riggaði hjá AB, og góðar 20 minuttir fyri leiklok var tað Búi Egilsson, sum gjørdi tað til 4-0. Eftir hetta var leyst og liðugt, og tað var ikki nógv lív í síðstu løtuna av dystinum, sum endaði 4-0.
Við sigrinum hevur TB/FCS/Royn nú lagt fitt av sjógvi niður til AB, sum sær niðurflytingarstrikuna sigla longur burtur. Teir eru nú seks stig aftanfyri TB/FCS/Royn og niðurflytingarstrikuna. TB/FCS/Royn byrjar at hála inn á hini liðini og er trý stig aftanfyri EB/Streym og fýra stig aftanfyri Skála.
AB – TB/FCS/Royn 0-4 (0-1)
0-1: Pape Mamadou Faye, 35.
0-2: Pape Mamadou Faye, 51.
0-3: Pape Mamadou Faye, 66.
0-4: Búi Egilsson, 69.