Faxið fer í søguna

Talgildingin hevur við sær, at gamla faxið nú tykist vera á veg út úr skrivstovuumhvørvinum. Alnet, teldupostur og printarar við hópatals funkum hava trýst gomlu faxini alt longur úr úr umhvørvinum, og hetta sæst eisini aftur í sølutølunum. Ein greinina, sum IDC hevur gjørt av danska marknaðinum, sýnir, at sølan av fax-maskinum er at kalla horvin, og um fá ár verður hon heilt burtur, er metingin.