Faxe vil hava Finnur

John “Faxe” Jensen verður venjari hjá Finni Justinussen

Finnur Justinussen hevur gjørt sáttmála við Fremad Amager í donsku triðju deild. Fyribils er sáttmálin galdandi fyri hetta árið út.

 

Les eisini:Finnur Justinussen í føroyingafelagi

 

Finnur Justinussen hevur vant við Fremad Amager, sum eisini hevur Christian L. Holst og Heina Vatnsdal í hópinum, umframt at navnframi John “Faxe” Jensen er venjari.

 

Finnur hevur annars spælt við Víkingi í ár, men flutti í summar niður í lestrarørindum.