Heilsølan hjá Poul Michelsen er landskend fyri at verða fremst innan sølu- og handfaring av køli- og frystivørum. Eisini hevur heilsølan lagt seg efter sergreinum innan frukt og grønt, vistarveiting (catering), proviantering- og bakaravørum, og í 2002 yvirtók PM søluna og útkoyringina av drykkjuvørum hjá Bryggerigruppen (Faxe) í Føroyum.
Seinasta nýggja er, at PM nú eisini bjóðar seg fram sum heildarveitara bæði innan matvøruhandil og matvørur til stórkøkar v.m.
P/F Poul Michelsen varð sett á stovn 1974, og fyritøkan er ein nýmótans og kappingarfør heilsøla. Umleið 50 fólk starvast hjá PM.
Í jólakappingini hjá Sosialinum kanst tú vinna 10 kassar av sodavatni frá Faxe Kondi, sum er eitt sera væl umtókt sodavatn í Føroyum.