Faxe Kondi: StÍF endaði bólkaspæli við einum sigri

Strandakvinnur vunnu trygt á H71 2

Rebekka Justinussen gjørdist toppskjútti hjá StÍF við 10 málum (Savnsmynd)

Rebekka Justinussen gjørdist toppskjútti hjá StÍF við 10 málum (Savnsmynd)

Ein dystur var eftir at avgreiða í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

 

Í bólki 1 er tað greitt, at H71 1 við seks stigum og Stjørnan við fýra stigum hava vunnið seg víðari í hálvfinalurnar. 

 

Í kvøld spældu StÍF og H71 2 seinasta dystin í bólkinum.

 

Tað eydnaðist StÍF at koma á stigatalvuna við tryggum 34-26 sigri. Í steðginum vóru strandakvinnur á odda 18-11.

 

Rebekka Justinussen skoraði 10 mál fyri StÍF, og fyri H71 2 gjørdist Lukka Arge toppskjútti við átta málum.

 

H71 1 møtir Neistanum í hálvfinalunum. Í hinari hálvfinaluni møtast Kyndil og Stjørnan. 

 

StÍF-H71 2 34-26 (18-11)

 

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 10, Poula Dulavík 8, Karina B. Høgnisen 6, Guðrið Ellingsgaard 5, Emmy Kass 3, Fríða P. Poulsen 1, Fríða J. Petersen 1. 

 

Málskjúttar H71 2: Lukka Arge 8, Inga Marta Joensen 6, Elisabet Simonsen 5, Poula Fríðheim Petersen 3, Alda Gilladóttir 2, Maria V. Ludvig 1, Hanna J. Dalsgarð 1. 

 

 

 

Rebekka Justinussen gjørdist toppskjútti hjá StÍF við 10 málum (Savnsmynd)

Rebekka Justinussen gjørdist toppskjútti hjá StÍF við 10 málum (Savnsmynd)