Faxe Kondi steypakapping við nýggjum møguleikum

(Rás2) Hallur Danielsen frá HSF metti um bólkaspælið í Faxe Kondi steypakappingini

Hetta vikuskiftið verða fleiri dystir í bólkaspælinum í Faxe Kondi steypakappingini.

 

Rás2 ringdi til Hall Danielsen frá HSF fyri at fáa eina meting uppá bólkaspælið í kappingini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Hall Danielsen. Hallur Danielsen fegnast um nýggju og bøttu karmarnar, sum Stórhøllin á Hálsi gevur í samband við steypafinalurnar í Faxe Kondi kappingini. 

 

Skráin fyri Faxe Kondi kappingina hetta vikuskiftið sær soleiðis út:

 

Bólkur 1 – menn

Leygardagin kl. 18.00 Neistin – Team Klaksvík (RÁS2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin  kl. 16.00 Kyndil – H71 2

Bólkur 2 – menn

Leygardagin  kl. 18.00 H71 – KÍF (RÁS2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin  kl. 16.00 VÍF – StÍF

Bólkur 1 – kvinnur

Sunnudagin kl. 14.30 VÍF – H71

Bólkur 2 – kvinnur

Sunnudagin  kl. 14.30 Kyndil – Stjørnan
Sunnudagin  kl. 15.00 VB – StÍF