Lagt er upp til háspenning í teimum seinnu hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Klokkan 16 tekur KÍF móti StÍF í høllini í Kollafirði.
StÍF hevur ein pinkalítlan fyrimun frá fyrru hálvfinaluni, ið strandingar vunnu 29-27.
Tá H71 og VÍF hittast í Hoyvíkshøllini er púra opið frá tí fyrru hálvfinaluni. Fyrra hálvfinalan í Vestmanna endaði við javnleiki 22-22.
FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum.












