Seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum vera leiktar í dag.
Klokkan 17 tekur Kyndil móti Stjørnuni í høllini á Hálsi. Kyndil hevur eina fýramálsleiðslu við sær frá fyrra dystinum, ið endaði 28-24 til Kyndil.
Klokkan 19 byrjar dysturin í Hoyvíkshøllini millum H71 og Neistan. Hoyvíkskvinnur hava eina níggjumálsleiðslu við sær frá tí fyrra dystinum, ið H71 vann 35-26.
Finalan verður leikt í høllini á Hálsi komandi leygardag.
FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum.