Faxe Kondi: Púra opið millum Kyndil og Stjørnuna (FM1)

(FM1 og trok.fo) Hoyr samrøður við Tóru Eliassen hjá Stjørnuni og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli um tepra 23-22 fyrra hálvfinalusigurin hjá Kyndli

Tað er lagt upp til miklan spenning í KÍ-høllini komandi sunnudag klokkan 14, tá Stjørnan tekur móti Kyndli í seinnu hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini.

 

Kyndil vann fyrru hálvfinaluna við bert einum máli, ið tær skutu stutt undan dystarloki. Liðini fylgdust allan dystin, og tað var ongantíð meir enn tvey mál á munni. Í steðginum var javnleikur 10-10. 

 

Kyndil vann 23-22 og tað merkir, at tapa tær 23-24 í Klaksvík vinna tær uppá fleiri mál á útivølli. Vinnur Stjørnan 22-21 vinna tær uppá fleiri mál á útivølli. 

 

HER  ber til frá trok.fo at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Tóru Eliassen hjá Stjørnuni sum staðfestir, at hetta er bert aðru ferð, at hon er í hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini og er spenningurin tí stórur um tær fara at røkka finaluni hesaferð. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, ið var fegin um at vinna dystin, men samstundis mátti staðfesta, at hon og liðfelagarnir brendu ov nógvar málmøguleikar. Viðmerkjarin hjá FM1, Jórun Ludvig helt fyri, at kyndilskvinnur vóru ikki óhepnar at vinna dystin. 

 

Kyndil-Stjørnan 23-22 (10-10)

 

Málskjúttar Kyndil: Anja Eliasen 6, Bára K. Hansen 6, Turið Arge Samuelsen 3, Súna K. Hansen 3, Bjørt Krossteig 2, Barbara Hammer 2, Sólja B. Poulsen 1. 

 

Málskjúttar Stjørnan: Tóra Eliassen 7, Malene Madsen 3, Durita Ljósstein 3, Iulia Nalivko 3, Durita C. Jojic 2, Katrin Bertholdsen 2, Jancy Jacobsen 1, Joan Sørensen 1.