Faxe Kondi: Ongantíð spenningur um samlaða úrslitið

Longu í steðginum í seinnu hálvfinaluni var H71 samanlagt á odda við 14 málum móti VÍF

Tað bleiv ongantíð nær í námind við spenningi í seinnu hálvfinalu í Faxe Kondi kappingini millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini í dag. 

 

H71 var á odda 33-24 frá fyrru hálvfinaluni, og í steðginum í dystinum í Hoyvíkshøllini í dag var samlaði munurin 14 mál, tí tá var H71 á odda 15-10, og harvið samlað 48-34.

 

VÍF var heldur betri við í seinna hálvleiki í dag, og endaði tað við einum 27-23 sigri til H71, og harvið einum samlaðum 60-47 hálvfinalusigri til H71.

 

Í Faxe Kondi steypafinaluni komandi leygardag spælir H71 móti Neistanum. 

 

Í landskappingini hevur H71 24 stig av 28 møguligum, meðan Neistin hevur átta stig av 24 møguligum. 

 

2. oktober vann H71 32-26 á Neistanum í høllini á Hálsi, og 21. november vann H71 27-22 á Neistanum í Hoyvíkshøllini. Men í einari steypafinalu kann sjálvandi alt henda.

 

H71-VÍF 27-23 (15-10) - Samanlagt 60-47 til H71.

 

Málskjúttar H71: Pætur Thomsen 7, Óli Mittún 5, Janus Dam Djurhuus 4, Pætur Mikkjalsson 4, Pauli Mittún 3, Djóni G. Joensen 1, Peter Krogh 1, Bogi Hansen 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1.

 

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 7, Hanus Christophersen 4, Teitur R. Nielsen 2, Jóhan í Garðastovu 2, Óla Jákup G. Olsen 2, Magnus Müller 2, Hallur Árason 1, Andrias Eriksen 1, Philip Müller 1, Eyðbjørn Danielsen 1.