Tað vóru tveir vinnarar í Hoyvíkshøllini í kvøld. Neistakvinnur gjørdust við 29-28 sigri á H71 fyrsta liðið í føroysku kappingini at knógva H71 hetta kappingarárið.
H71 gjørdist tó samlaði hálvfinaluvinnarin í Faxe Kondi kappingini við samantaldum 63-55 sigri á Neistanum. Fyri trimum døgum síðani vann H71 35-26 á Neistanum í høllini á Hálsi.
H71 var í kvøld á odda 18-14 í steðginum. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var Neistin á odda 9-6, men seinna partin av fyrra hálvleiki var H71 greitt omaná.
Tá 48 minuttir vóru farnir av dystinum var H71 á odda 24-20, men seinastu 12 minuttirnar stóðu neistakvinnur fyri góðum avriki, og vunnu dystin 29-28.
Tað vera somu lið sum hittust í steypafinaluni í fjør, ið aftur standa í finaluni hesaferð, H71 og Kyndil.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##











