Seinastu Faxe Kondi ungdómsfinalurnar, ið leiktar vóru í høllini á Hálsi vóru U18 steypafinalurnar.
Neistin vann U18 finaluna hjá kvinnum við 30-22 sigri á H71.
Maria Pálsdóttir Nólsoy hjá Neistanum var kosin at vera dagsins leikari.
H71 vann U18 finaluna hjá monnum við einum ótrúligum 40-39 sigri aftaná tvær ferðir longda leiktíð upp á fimm minuttir.
Rói Seyer Hjaltason (myndin niðanfyri) skoraði sigursmálið til 40-39 í allarseinasta sekundinum av seinnu longdu leiktíðini.
Eitt væleydnað Faxe Kondi steypavikuskiftið er nú lokið
##med2##