Faxe Kondi: Neistin vann á VB

Neistin er nú fremst í bólki 2 við fýra stigum

Savnsmynd

Hóskvøldið var ein dystur leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn tók Neistin móti VB.

 

Í einum málríkum dysti vunnu neistakvinnur 40-33 á VB. Í steðginum var Neistin á odda 19-16.

 

Bjørk F. Joensen var stórskjútti hjá Neistanum. Hon skoraði ikki færri enn 15 mál.

 

Bára Krosslá Mortensen var toppskjútti hjá VB við níggju málum.

 

Mikukvøldið 6. desember spæla Kyndil og Neistin í høllini á Hálsi. Enn er ikki staðfest nær útsetti dysturin millum VB og Kyndil suðuri í Vági verður spældur.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN27161104
 KYNDIL1342592
 STÍF3878702
 VB25574-190

 

 

 

 

 

Savnsmynd