Faxe Kondi: Neistin A vann finaluna í dreingir 12A

Neistin A vann á H71 A í finaluni

So hevur Neistin vunnið sítt triðja Faxe Kondi steyp hetta vikuskiftið.

 

Í dreingir 12A eydnaðist tað Neistanum A at vinna finaluna móti H71 við úrslitinum 21-17. Í steðginum vóru neistadreingir á odda 12-5.

 

Jósef Etinosa Erharuyi var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Rúni Rógvason var toppskjútti hjá Neistanum A við fimm málum.

 

Dagsins leikari var kosin Jósef Etinosa Erharuyi hjá H71.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##